EG KANN HJÁLPA TÆR AT FÁA EIN

LÆTTARI GERANDISDAG...

...á ein einfaldan og stuttligan hátt! 

Hjartaliga vælkomin!

Her kanst tú fáa ráðgeving um heilsu, vanar og vekttap! 

Eg eiti Sólrún Ásta Haraldsdóttir, eri ergoterapeut og stjóri hjá Heilsa&Vanar. Eg havi drúgvar royndir av at hjálpa fólki at fáa ein gerandisdag í javnvág, samstundis sum eg havi sjálv tikið hond um egnu heilsu og vanar og fingið gott úrslit við eitt nú vekttapi. 


Eg havi hjálpt nógvum kundum við vanum og vekttapi tey seinastu árini, við einum LEVEL 10 Vanasystemi. Eg havi fakliga ábyrgd av LEVEL 10 men havi eitt toymi saman við mær í Heilsuklubbanum í Saltangará, har kundar við royndum av vekttapi kunnu hjálpa øðrum, sum stríðast við tað sama. 


Í løtuni arbeiði eg við at menna mínar tænastur og fáa samstarv við onnur fakfólk, eitt nú kommunulæknar. 


Eg eri til reiðar at hjálpa tær, at fáa TÍN gerandisdag at ganga upp, tá tað kemur til at hava javnvág millum tína heilsu, familju og arbeiði.


Tú kanst lesa meiri um hvørjar tænastur Heilsa & Vanar kann bjóða tær, men tú kanst eisini lesa um mínar útbúgvingar og royndir longur niðri á hesi síðuni. 

Sólrún Ásta Haraldsdóttir

ergoterapeut

Tá man onkran dag ikki megnar tað, sum man hevur sett sær fyri, so byrjar man aftur dagin eftir. Eg føli meg glaðari, nú eg havi tapt meg 10,5 kg 

Kvinna, 54 ár (Level 10 kundi)

HVØR ER SÓLRÚN ÁSTA?

Ergoterapeut &

sjálvstøðugt vinnurekandi

2008 - B.S. í ergoterapi (Ísland)

2023 - Professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan (Føroyar)


... havi tikið fleiri skeið (kemur seinni)


Arbeiðsroyndir:

Psykiatriskar deildir á LSH í Íslandi (5 ár)

Børn við serligum tørvi (10+ ár)

Eldraøkið (7 ár)

Sjálvstøðugur lívsstíls- og vanavegleiðari (17 ár)

Sjálvstøðugt einstaklingavirki síðani 2020


Annars eri eg íslendsk, eigi eina dóttur og elski at hjálpa fólki við teirra avbjóðingum :)

HVÍ ERGOTERAPI?


- Hvat hevur tað við vanabroyting ella vekttap at gera?

  • EINSTAKLINGURIN - Ergoterapi hevur altíð fokus á HEILDAR persónin, sum ynskir eina loysn uppá eina avbjóðing. Tikið er atlit til tað likamliga, sálarliga og sosiala. Ein vanlig venjingar- ella kostætlan passar ofta ikki til tín vanliga gerandisdag, tí atlit er ikki tikið til tínar persónligu umstøður og tað sum kann ávirka tína vanabroyting. Tá tað kemur til vanar og vekttap er týdningarmikið at alt hongur saman í EINI HEILDARÆTLAN, sum er løtt at yvirskoða og framføra í gerandisdegnum og hevur týdning fyri teg. 


  • UMHVØRVIÐ - Umhvørvið kann ávirka tínar møguleikar at broyta vanar, tí er týdningarmikið at greina hetta áðrenn ein ætlan er løgd til eina vanabroyting. Hetta hava ergoterapeutar eina heila Bachelor útbúgving og ymisk amboð til. 


  • GERANDIS VIRKSEMI - Tað, sum tú gert í tínum gerandisdegi - TÍNIR VANAR -  ávirka tína motivatión og møguleika til eitt nú vanabroyting. Ergoterapeutar hyggja eftir heildar menniskjanum og eru serfrøðingar í at greina gerandis virksemi og gera eina persónliga ætlan, ið hóskar til áhuga og virðir hjá hvørjum einstøkum. 


  • MOTIVATIÓN - hvaðani kemur hon og hvat ávirkar hana. HVÍ er tað ikki so lætt at broyta vanar? Ergoterapeutar hava eina bachelor útbúgving, har menniskjað sum heild er í fokus. Har hyggja vit eftir tí likamliga, sálarliga og sosiala hjá menniskjanum og greina hvussu hetta samspælið millum persónin, umhvørvið og gerandis virksemi ávirkar motivatión og førleikar at broyta vanar.


  • MÁLSETAN - Tá man setur sær mál er týdningarmikið at tað hóskar til tað, sum tú veruliga ynskir at uppnáa, men samstundis er realistiskt og lætt at yvirskoða. Hetta havi eg drúgvar royndir við, bæði sum ergoterapeut og sum lívsstíls- og vanavegleiðari.


  • MENNING / EMPOWERMENT - Sjálvt um ein fær fakliga hjálp til vanabroyting, er týdningarmikið at ein og hvør tekur ábyrgd á egna úrsliti, við eitt nú at luttaka í at yvirføra tað til egna gerandisdag. 


  • TVØRFAKLIGT SAMSTARV - ergoterapeutar hava heilsufakliga útbúgving og kunnu samstarva við onnur heilsustarvsfólk, t.d. læknar, fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, kostráðgevar o.o.