HVØR ER SÓLRÚN ÁSTA?

Ergoterapeut &

sjálvstøðugt vinnurekandi

2008 - B.S. í ergoterapi (Ísland)

2023 - Professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan (Føroyar)


... havi tikið fleiri skeið (kemur seinni)


Arbeiðsroyndir:

Psykiatriskar deildir á LSH í Íslandi

Børn við serligum tørvi

Eldraøkið

Sjálvstøðugur  heilsu- og vanavegleiðari í 17 ár

Sjálvstøðugt virki síðani 2020


Annars fleiri ár við ymiskum sjálvbodnum arbeiði og nevndum...

Eg havi altíð stríðst við vektina, men eitt gott VANA system saman við felagsskapi frá øðrum, hjálpir sera væl at fáa stýr uppá hana.

Sólrún Ásta

HVÍ ERGOTERAPI?


- Hvat hevur tað við vanabroyting ella vekttap at gera?

  • EINSTAKLINGURIN - Ergoterapi hevur altíð fokus á HEILDAR persónin, sum ynskir eina loysn uppá eina avbjóðing. Tikið er atlit til tað likamliga, sálarliga og sosiala. Ein vanlig venjingar- ella kostætlan passar ofta ikki til tín vanliga gerandisdag, tí atlit er ikki tikið til tínar persónligu umstøður og tað sum kann ávirka tína vanabroyting. Tá tað kemur til vanar og vekttap er týdningarmikið at alt hongur saman í EINI HEILDARÆTLAN, sum er løtt at yvirskoða og framføra í gerandisdegnum. 


  • UMHVØRVIÐ - Umhvørvið kann ávirka tínar møguleikar at broyta vanar, tí er týdningarmikið at greina hetta áðrenn ein ætlan er løgd til eina vanabroyting. Hetta hava ergoterapeutar eina heila Bachelor útbúgving og ymisk amboð til. 


  • GERANDIS VIRKSEMI - Tað, sum tú gert í tínum gerandisdegi - TÍNIR VANAR -  ávirka tína motivatión og møguleika til eitt nú vanabroyting. Ergoterapeutar hyggja eftir heildar menniskjanum og eru serfrøðingar í at greina gerandis virksemi og gera eina persónliga ætlan, ið hóskar til áhuga og virðir hjá hvørjum einstøkum. 


  • MOTIVATIÓN - hvaðani kemur hon og hvat ávirkar hana. HVÍ er tað ikki so lætt at broyta vanar? Ergoterapeutar hava eina bachelor útbúgving, har menniskjað sum heild er í fokus. Har hyggja vit eftir tí likamlinga, sálarliga og sosiala hjá menniskjanum og greina hvussu hetta samspælið millum persónin, umhvørvið og gerandis virksemi ávirkar motivatión og førleikar at broyta vanar.


  • MÁLSETAN - Tá man setur sær mál er týdningarmikið at tað hóskar til tað, sum tú veruliga ynskir at uppnáa, men samstundis er realistiskt og lætt at yvirskoða. Hetta havi eg drúgvar royndir við, bæði sum ergoterapeut og sum lívsstíls- og vanavegleiðari.


  • MENNING / EMPOWERMENT - Sjálvt um ein fær fakliga hjálp til vanabroyting, er týdningarmikið at ein og hvør tekur ábyrgd á egna úrsliti, við eitt nú at luttaka í at yvirføra tað til egna gerandisdag.